Bingjan og viðfestivognurin vórðu heysað niðjan aftur á vegin í gjárkvøldið. Bilurin stendur eftir í urtagarðinum (Mynd: Niels Peter Bech)

Trailarin tikin uppaftur: Vegurin stongdur frá klokkan 19



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.08.2017 - 17:10

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Ferðsla

Trailarin, sum í gjár koyrdi út av vegnum í Søldafirði, verður tikin uppaftur í kvøld, skrivar Kringvarpið. Bingjan og viðfestisvognurin vórðu tikin uppaftur í gjárkvøldið.

Arbeiðið við at fáa trailaran upp byrjar klokkan 19, og ferðslan verður ávirka av hesum. Søldarfjarðarvegurin verður stongdur inntil arbeiðið er liðugt, so um fólk hava brúk fyri at koma til ella úr Runavík, mugu tey koyra eftir niðara vegnum í Søldafirði.

Kringvarpið skrivar, at enn er óvist, hvør orsøkin til ferðsluóhappið er.

Løgreglan segði fyrr í dag við Portalin, at maðurin, sum koyrdi trailaran, skuldi avhoyrast í dag.

Les eisini: Hava ikki avhoyrt bilføraran enn.