Trek byrjan hjá golfarunum

Ingi Samuelsen

30.06.2015 - 17:43

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Finngerð Sólbjørg Clark var tann av føroysku golfarunum, sum fekk nógv besta byrjan í golfkappingi.

Á Royal Jersey Golfclub brúkti Finngerð 83 sløg á par 72 breytini, og tað røkkur til eitt samlað 13. pláss.

So gott gekk ikki hjá monnunum, sum í dag spældu á La Moye Golfclub á vesturstrondini. Teir høvdu trupulleikar við nógva hitanum á Jersey í dag.

Ragnar Isaksen brúkti 94 sløg, sum røkkur til eitt 57. pláss, Óskar Eiríksson og Janus Norðberg brúktu 100 sløg, 61. pláss og Bo Knudsen, ið annars plagar at klára seg best av føroyingunum, brúkti 105 sløg, svarandi til eitt 66. pláss av teimum 76 luttakarunum.

Serliga Bo hevði trupulleikar við hitanum í dag.

Føroysr liggja sostatt nummar 17 av 20 í liðkappingini. Tað eru 19 sløg upp til St. Helena á 16. plássi. Við tað at bert ein føroysk kvinna luttekur, so eru Føroyar ikki við í liðkappingini hjá kvinnum.

Golfkappingin gongur yvir fýra dagar.