Trettandakvølds dansur í Sjónleikarahúsinum leygardagin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

02.01.2017 - 19:15

Mentan >

Aftur í ár skipar Dansifelagið Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi í Sjónleikarahúsinum.

Hetta er 24. árið vit skipa fyri hesum tiltakinum, sum eftirhondini er blivið eitt tað størsta av sínum slagi, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Seinnu árini hevur tiltakið verið í Sjónleikarahúsinum, men fyrstu árini var tað í neystunum hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag.

Hetta er vanliga eitt sera gott dansikvøld við nógvum góðum kvæðum. Men kvøðið verður eisini lættari kvæði, so øll kunnu vera við. Út á náttina verður smurt breyð, kaffi, te og smákøkur at fáa.

Byrjað verður leygardagin 7. januar klokkan 22.