Triathlon: Tvær ferðir silvur til Føroyar

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 16:05

Ítróttur > Ítróttur > Triathlon

(GEVIÐ GÆTUR: Hesi tíðindini eru ikki røtt. Úrslitið er broytt, sí: Ikki silvur í triatlon kortini)

Tað gjørdist til ikki færri enn tvey føroysk silvurheiðursmerki til Føroyar í Gotlandi í dag.

Karina Ottosen vann silvur í einstaklingakappingini, men saman við Annelise Møss, vunnu tær báðar eisini silvur í liðkappingini.

Tíðin hjá Karinu Ottosen var 2 tímar og 2,14 minuttir. Annelisa Møss (fyrr. Justesen) gjørdist nummar 14 í tíðini 2 tímar og 14,51 sekund.

Tey eru nú liðug við at telja saman, og hesar báðar tíðirnar vísa seg at vera nóg mikið til eitt flott annað pláss í liðkappingini eftir Jersey, ið gjørdist nummar 1 og nummar 3 í einstaklingakappingini.

Guernsey vinnur bronsu í liðkappingini.

Heiðursmerkjahandanin verður á Stora Torg klokkan 19 í kvøld, føroyska tíð.