Triatlon: Stórt vónbrot fyri Gudmund

Ingi Samuelsen

28.06.2015 - 22:48

Ítróttur > Ítróttur - Triathlon

Hann sá annars rættiliga frískur út, tá hann kom upp á strondina eftir svimjingina, men tá hann kom heim eftir súkklutúrin sá hann alt annað enn gott út – stóra føroyska mannliga vónin í triathlon, Guðmundur Joensen.

Eftir súkklutúrin valdi hann at gevast. Úti á renniteininum stóðu fleiri spentir føroyingar og bíðaðu. Ein fyri og annar eftir komu framvið, men eingin Guðmundur.

Tað er ikki eydnast okkum at fáa neyvu orsøkina fyri, at Guðmundur gavst eftir súkklutúrin, men okkurt er hent.

Flestu søgurnar søgdu, at hann var vorðin sjúkur á túrinum. Møguliga tí hann hevði svølgt sjógv á svimjitúrinum. Sagt var, at hann hevði spýð og var heilt illa fyri.

Tey, ið sóu Guðmund koma inn til skiftiøkið sóu skjótt hvønn veg tað bar. Tað er als ikki vanligt at síggja hann koma gangandi við súkkluni og ikki rennandi.

- Guðmundur við vera við millum tey bestu. Har er eitthvørt álvarsligt hent, segði Evald Rasmussen, ein av leiðarunum, sum ikki kendi orsøkina til at favoritturin var givin.

Eftir at hava boðað kappingarleiðsluni frá, at hann gavst, rýmdi Guðmundur, og einki sást meira til hansara.

- Trist fyri hann, vóru flestu á einum máli um, tí ongin ivi er um, at Guðmundur Joensen hevur arbeitt óhugnaliga hart upp til júst hesa kappingina. Hann hevði sett sær høg mál, men ætlanirnar brustu á einum – eftir øllum at døma – miseydnaðum súkklutúri onkrastaðni eystan fyri St. Helier.

Hinir tríggir føroyingarnir komu á mál í øllum góðum. Andras Joensen gjørdist nr. 41 í tíðini 2 tímar og 19,2 minuttir, Kári Davidsen gjørdist nr. 55 í tíðini 2 tímar 34,5 sekund og Hanus Debes Joensen gjørdist nummar 59 og næstseinastur í tíðini 2 tímar og 43,6 sekund.