Mynd: Om.fo

Tríburðar úr Fuglafirði á Teenstreet




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.08.2015 - 22:26

Tíðindi > Trúarlív

Teenstreet legan koyrir við fullum blussi í Týsklandi í hesum døgum. Legan er frá 1. - 8 august í Offenburg í Týsklandi.

Heili 2500 tannáringar eru á leguni, men umframt tað, eru nógv onnur fólk knýtt at leguni. Tilsamans 4300 fólk sum koma úr 42 ymiskum londum. Heimasíðan om.fo skrivar, at Føroyar eru øgiliga væl umboðaðar á Teenstreet við heili 405 fólkum.

Heimasíðan om.fo skrivar frá Teenstreet og í kvøld stendur ein stuttlig søga at lesa. Søgan er um 16 ára gomlu tríburðararnir Birgir, Teodor og Tórður Jacobsen úr Fuglafirði.

Teir blivu tiknir til síðis av redaktiónini hjá om.fo í dag, áðrenn teir skulu fara at fáa sær døgurða.

Teir søgdu, at hetta er fyrsta ferðin, teir eru á Teenstreet, og higartil hevur teimum dámað framúr væl. Teir greiða beinanvegin frá, at tað er deiligt at koma saman soleiðis við øðrum trúgvandi frá øllum møguligum londum at hoyra Guds orð. Tá teir verða spurdir, um tað er okkurt serliga cool, ið teir vilja framhevja, siga teir við ein munn Throme room - tað er lovsangsløtan um kvøldið. Hetta er nakað heilt serligt. Her verður lovsungið av fullum hálsi, tú torir at vera fríur - eingin hyggur eftir tær, og tú kanst bara vera sum tú ert.

Beiggjarnir hugna sær eisini í fríltøunum. Teir halda, at kanska var tað í so heitt í dag, men tað gongur kortini. Tað er bara at drekka nokk av vatni. Í gjár í eini fríløtu vóru Birgir og Tórur til dans. Og í dag hevur Theodor verið til grafitti máling - so nú verða garðarnir í Fuglafirði nakað vakrir, tá ið hann kemur heimaftur.

Tríburðarnir eru synir Jónfríð og Dia Jacobsen úr Fuglafirði.