Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Fiskivinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal varð í gjárkvøldið samtykt við aðru viðgerð við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Samgongan hevði gjørt avtalu við Magna Laksáfoss, tingmann fyri Sambandsflokkin, um at ikki atkvøða í málinum - ein sonevnd kliring - nú Kristin Michelsen var staddur uttanlands í gjárkvøldið.
Tí fer málið nú til triðju og seinastu viðgerð, sum helst verður týsdagin. Í øllum førum tíðliga í næstu viku.
Tað ljóðar, at Kristin Michelsen er aftur í landinum tá, og tí er stórur spenningur um, hvat hann tá fer at atkvøða í málinum. Í Framsókn eru tey framvegis ivasom hóast báðar tingkvinnurnar hjá flokkinum atkvøddu fyri við aðru viðgerð.
Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, segði í gjárkvøldið, at flokkurin ivaðist í at atkvøða fyri uppskotinum við triðju viðgerð. Hon segði, at flokkurin møguliga fór at krevja broytingar. Hjá Framsókn er tað serliga økiskvoturnar á 8,5 prosent, sum koma illa við.
Les eisini: Bárður Nielsen: - Hetta skalar álitið okkara millum
Les eisini: Magni Laksáfoss rýmdi úr tingsalinum