Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Triðja viðgerð verður í morgin

Sverri Egholm

11.12.2017 - 16:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Sum væntað verður triðja og seinasta viðgerð um fyrisiting av sjófeingi, ella fiskivinnunýskipanini, sum hon eisini verður nevnd, í morgin.

Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, fyri løtu síðani.

Lagt er upp til ein tingfund, har alt kann henda. Sambært skránni byrjar hann klokkan 10 í morgin, og hann kann fara at gerast drúgvur.

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum var staddur uttanlands undir aðru viðgerð fríggjadagin verður helst aftur í tinginum í morgin, men hann vil tó ikki siga hvat hann fer at atkvøða. Tað fer at vísa seg týsdagin, segði hann vil Kringvarpið í gjár.

Tingkvinnan hjá Framsókn, Hanna Jensen, gjørdi undir aðru viðgerð greitt, at flokkurin møguliga fór at krevja broytingar. Serliga vóru tað hækkaðu økiskvoturnar og lækkaði uppboðssøluparturin, sum smakkaðu teimum illa.

Og seinnapartin í dag fall málið hjá Sonju Jógvansdóttir, sum hon hevði avtalu við samgonguna um. Uttanflokka tingkvinnan hevur áður sagt, at heldur samgongan avtalur við seg, so fer hon eisini at halda avtalurnar við samgonguna.