Mynd: Jens Kr. Vang(savnsmynd)

Tríggir dystir á skránni í kvøld

Agnar Frederiksen

29.11.2017 - 16:50

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað er fult umfar í fremstu mansdeildini í kvøld.

Dystirnir eru hesir:

VÍF - Neistin 
KÍF - H71 
STÍF - Team Klaksvík


Støðan undan umfarinum er hendan
1. Neistin (17 stig)
2. H71 (15 stig)
3. VÍF (10 stig)
4. Team Klaksvík (10 stig)
5. Kyndil (9 stig)
6. StÍF (6 stig)
7. KÍF (3 stig)

Á pappírinum sær dysturin í Vestmanna út sum tann mest spenanndi og avgerandi. VÍF skal hava ein sigur fyri at hanga í Neistanum og H71 í dystinum um finaluplássini. Neistin hevur spælt tveir javnleikir á rað, og er í einari góðari gongd. VÍF fekk ein dramatiskan og týdningarmiklan sigur á Skála sunnudagin, og nú skulu vestmenningar byggja uppá ímóti oddaliðnum.

Allir dystirnir í kvøld byrja kl. 20.00