Tríggir føroyingar í NM í parasvimjing Íslandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

25.11.2017 - 11:07

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Hetta vikuskiftið er norðurlendsk meistarakapping í parasvimjing í Íslandi.

Parasport Føroyar hevur sent tríggjar svimjarar at luttaka í trimum ymiskum bólkum.

Tey eru Krista Mørkøre, ið svimur í sterkastu bólkunum fyri fólk við rørslutarni, Abraham Norðgerð ið svimur í bólki fyri menningartarni, og Eyð Patursson ið svimur í bólki fyri fólk við Down syndrom.

Hetta er fyrstu ferð, at svimjarar við Downs syndrom hava sín egna bólk í NM.

- Eyð Patursson hevur í fleiri ár verið ein av Special Olympisku svimjarunum hjá Parasport Føroyum, og  vit fegnast um, at eisini svimjarar við Down Syndromi nú kunnu luttaka í parasvimjing á høgum støði, skrivar Parasport Føroyar.

INAS, sum tekur sær av flokking av svimjarum við menningarórógvi, hevur boðað frá, at næsta stig er at gera eina roynd at gera ein flokk fyri fólk við autismu.

Parasport Føroyar skrivar, at Krista Mørkøre ikki hevur gjørt líka nógv við svimjingina síðani hon luttók í Paralympisku leikunum fyri einum ári síðani, tí hon millum annað hevur róð kapp í summar, og vant svimjing við síðuna av.

Hon hevur tó síðani Ólavsøku fokuserað 100% uppá svimjingina aftur, og er nú við at finna formin.

Ábraham Norðgerð luttekur fyri aðru ferð í kapping uttanlands. Hann er bert 13 ára gamal og luttekur í bólki fyri ung.

Nógv verður gjørt burturúr kappingini í Íslandi, og hon verður eisini stroymað beinleiðis her.