Mynd: Bjarni Enghamar

Tríggir handtiknir hirðar lenda í Havn

Jógvan Hugo Gardar

31.08.2014 - 02:28

Tíðindi >

 Tvær tyrlur hava í kvøld flutt løgreglulið til Sands, og seinni handtikin umboð fyri Sea Shepherd til Havnar.

Bjarni Enghamar var beint við tyrlupallin tá tann eina tyrlan kom við trimum av teimum handtiknu. Hesi hava verið við einum av teimum skjóttgangandi bátunum, ið løgreglan hevur lagt hald á.