Mynd: EPA

Tríggir Premier League-dystir í dag


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

14.05.2017 - 12:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verða tríggir dystir í Premier League leiktir. Fyrsti dysturin byrjaði nú klokkan tólv, har Crystal Palace og Hull City leika.

Um Crystal Palace vinnur, varðveita teir plássið í Premier League komandi kappingarár. Um Hull City vinnur, er bert eitt stig, ið skilir nummar 16 og 18. Tískil kann spenningurin um, hvat lið verður verandi í bestu ensku deildini, og hvat flytur niður, varðveitast til seinasta umfar.

Ein dystur byrjar klokkan 14.15, tá West Ham United og Liverpool bresta saman á Olympisk Stadion í London. Tað er stórt trýst á Liverpool at vinna, eftir at bæði Manchester City og Arsenal vunnu sínar dystir í gjár.

Síðsti dysturin er millum Tottenham og Manchester United. Teir spæla á White Hart Lane klokkan 16.30.

Tottenham hevur tríggjar dystir eftir av hesum kappingarárinum og manglar bert trý stig fyri at tryggja sær 2. plássið.

Hetta er ein stórdystur við avmarkaðum spenningi, tí hvørki liðið hevur nakað serligt at spæla fyri. Tottenham kann ikki fara niður um 4. plássið og við at vinna Europa League, kemur United í Champions Leauge komandi kappingarár, og tí satsa teir meir upp á tað.