Tríggjar handtøkur á sandinum í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

24.08.2015 - 15:03

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Tríggir útlendingar við tilknýti til Sea Shepherd vórðu handtiknir í Fuglafirði í dag. Tey eru skuldsett fyri brot á grindalógina.

Andrass Marr Poulsen sigur, at tey royndu at órógva arbeiðið at seta sendarar á teir 7 hvalirnar, ið vórðu riknir inn á Fuglafjørð í dag.

Tey handtiknu eru ein 25 ára gamal maður og tvær kvinnur sum eru ávíkavist 24 og 31 ára gamlar. Tey handtiknu koma frá Kanada, USA og Fraklandi. Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.