(Mynd: EPA)

- Tríggjar til fýra um dagin er nóg mikið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.12.2017 - 11:57

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Hetta er árstíðin, tá vit føroyingar vanliga eta nógvar mandarinir og klementinir. November og desember er háarstíð fyri mandarinir úr Spania.

Eisini íslendingum dámar væl mandarinir, og íslendska ríkisútvarpið hevur roknað seg fram til, út frá innflutningstølunum frá fýra teimum størstu innflytarunum av frukt úr Spania, at hvør íslendingur í miðal um jólini etur 27 mandarinir, svarandi til ein kassa.

Í Íslandi er fruktnýtslan nógv økt hesi seinastu árini, men um tað er alskurin til mandarinir, ið er orsøkin, er óvist. Elva Gísladóttir hjá íslendska landslæknastovninum sigur, at mandarinir er gott fyri fólk, serliga tí tær eru ríkar av c-vitamin og trevjum.

- Tríggjar til fýra mandarinir um dagin mann vera nóg mikið at fáa henda tørv nøktaðan, sigur Elva Gísladóttir við ruv.is. Hon ikki vil mæla til at eta 10 til 20 um dagin, sum onkur kanska finnur uppá. Í eini mandarin eru 35 kaloriur, 9 gramm kolvetni (kolhydrat) og 0,9 protein. Íslendska landslæknin mælir landsmonnum sínum til at eta meira grønmeti og frukt, 500 gram um dagin, umleið, harav helmingurin eigur at vera grønmeti.

Mandarinir verða seldar alt árið, men fyri íslendingar, eins og føroyingar, eru tær mest knýttar til jólahøgtíðina. Mánaðirnir november og desember er eisini háarstíð fyri mandarinir úr Spania, sum kunnu liggja á íslendsku søluhyllunum 10-15 dagar eftir at tær eru heystaðar. Aðrar árstíðir koma mandarinirnar úr Marokko, Egyptalandi, Argentina og Suðurafrika. Kina er annars heimsins størsti framleiðarin av mandarinum. Landið eigur um helmingin av heimsframleiðsluni, skrivar ruv.is.

Mandarin er sitrus-frukt. Vanligasta slagið er klementin, ið er ein blanding av mandarin og appelsin. Mandarin er størri enn klementin, og stundum við steinum í, meðan klementinir oftast ikki hava steinar. Mandarinir eru líkari appelsinum, men flatari í endunum.