Leif Joensen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Trívast væl umborð á Hans á Bakka



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

26.01.2017 - 15:54

>

- Vit trívast væl umborð her. Tað er bara ein maður farin av síðani skipið kom til Føroyar á ólavsøku 2015. Hann fór av tí hann skal vera skipari á Martin, sum Bakkafrost hevur keypt úr Norra, sigur skiparin, Leif Joensen.

Hóast skipið er stórt, so eru teir bara seks mans við. Teir hava nóg mikið at gera, men tað gongur væl tí skipið er sera væl rigga og nógv av útgerðini kann stýrast frá brúnni, sigur Leif.

Tvær manningar hoyra til skipið. Teir eru tríggjar vikur umborð og hava so frí í tríggjar. Umborð arbeiða teir í seks tímar og hava so frí í seks tímar.

- Tað er ein góð skipan, sigur Leif.

Hans á Bakka var bygdur sum brunnbátur, sum skuldi sigla við livandi laksi til virkið á Bakka.
Síðani er skipið umbygt nakað so tað nú eisini kann nýtast til at avlúsa fiskin við feskum vatni, sigur skiparin.

Tá Martin og tað nýggjasta skipið Bakkafrost hevur keypt koma í vinnu, fer Hans á Bakka at sigla fast við laksi til nýggja virkið á Bakka.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her