Gamli føroyski trolarin Vesturvón er nú eftirlýstur av Interpol fyri ránsveiðu. Á hesi myndini eitur hann Thyphoon I. Mynd: ccamlr

Fyrrverandi føroyskur trolari gjørdist havsins bandittur

Jógvan Hugo Gardar

07.12.2013 - 12:39

> Uttanlands > Annað

Hann var ein stoltleiki hjá føroysku trolaravinnuni. Trolarin frá 1969 og sum bar navnið "Vesturvón" tey árini hann var undir føroyskum flaggi var grundarsteinurin undir reiðarínum sum gjørdist ein berandi fyritøka í Sørvági.

Í dag er hann jakstraður av Interpol fyri at hava fiskað ólógliga í áravís.

Fyrr var gamli "Vesturvón" ein stoltur trolari sum fiskaði í Barentshavinum, men nú er hann ein jakstraður bandittur á teimum stóru høvunum. Í áravís hevur verið roynt at steðga ránsvinnuni hjá hesum trolaranum, sum hevur skift navn og flagg fleiri ferðir síðani 1998.

Ólógligur fiskiskapur í Suðuríshavinum
Síðani 2006 hevur hann staðið á sokallaða IUU-listanum hjá økisfelagsskapinum CCAMLR, ið millum annað hevur ábyrgdina av at samskipa fiskivunnuna í einum risa altjóða øki.

Tað eru nógv ár síðani hann er sæddur í Barentshavinum. Í áravís hevur hann fiskað ólógliga í Suðuríshavinum. Havøkið er risastórt og eftirlitið er trupult í hesum økinum. Men seinnu árini hava tey londini sum hava rættindir í hesum økinum gjørt meir við at steðga ránsvinnuni. 

Noreg hevur í ár valt at ganga á odda í arbeiðnum móti ránsvinnuni. Arbeiði at steðga ólógligu fiskivinnuni í Norðurhøvum, tað er norðari parturin av Atlantarahavinum og norður og eystur gjøgnum Barentshavið, hetta arbeiði er eydnast, og flaggleysu bandittarnir eru ikki á hesi leiðini longur. 

Ólóglig veiða fyrikemur, men ikki so umfatandi sum tað var fyri nøkrum fáum árum síðani. Arbeiði at steðga hesi ólógligu veiðuni bleiv millum annað samskipað gjøgnum økisfelagsskapin NEAFC, har Kjartan Hoydal sat sum dagligur leiðari. Nú halda norðmenn at tíðin er komin at fara eftir bandittunum í Suðuríshavinum.

Eftirlýstur í 190 londum
Hósdagin gav norska stjórnin Interpol boð um at eftirlýsa "Thunder", ið er tað navnið trolarin eftir øllum at døma kallast í dag. Interpol hevur sent eftirlýsingina út til øll 190 limalondini. 

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur í hesum sambandinum at trolarin fremur umfatandi ránsveiðu eftir fiski í Suðuríshavinum, og hon vil hava steðga hesum skjótast til ber. Royndirnar at steðga trolaranum við vanligum eftirliti ber ikki á mál, tí verður Interpol tikið við í leitingini.

Trolarin er millum annað undir mistanka fyri at hava fiska patagonskan tannfisk ólógliga í fleiri ár. Hesin serligi fiskurin, ið er at finna í Suðuríshavinum, er ein hóttur stovnur. Fiskurin veksur spakuliga, og veiðan eftir honum má vera varislig fyri ikki at oyðileggja stovnin. Hetta leggja havsins bandittar einki í, og fiska hendan fiskin tí keyparar geva nógv fyri hann.

Eitt putlispæl at fylgja í kjalarvørrinum
Gamli "Vesturvón" er bygdur á skipasmiðjuni í Ulsteinvik í Noregi í 1969. Hann fór úr føroyska flotanum í 1986, tá trolarin bleiv seldur til Onglands. Hann silgdi undir bretskum flaggi til 1998.

Men síðani gerast eigaraviðurskiftini meir ógreið, og seinastu árini hevur hann skift navn, eigara og flagg skjótari enn møguligt er at fylgja við sjálvt hjá royndum eftirlitisserfrøðingum.

Søgan hjá "Vesturvón" er løtt at fylgja frá 1969 til 1998, men so kemur skjótt fløkja í, og tað gerst bara truplari og truplari at rekja hendan fløkjustampin av eigarum.

Nøvn á trolaranum:

1969 – Vesturvón, Føroyar
Januar 1986 – Arctic Ranger - Stórabretland
Oktober 1998 - Rubin - St. Vincent
Januar 2002 - Rubin - Seychellurnar
Mai 2003 - Typhoon I, Belize
Januar 2004 - Typhoon I, Togo
Apríl 2010 - Typhoon I, strikaður í skipaskrásetingini í Togo
Juli 2012 - Wuhan No. 4, Mongolia
August 2012 - Thunder, ókent flaggland
August 2012 - Kuko, ókent flaggland
Oktober 2012 - Thunder, Nigeria
Oktober 2012 - Wuhan N 4, Mongolia
Apríl 2013, Thunder, Nigeria
Apríl 2013, Wuhan 4, Mongolia

Tað er heldur ikki so einfalt at fylgja við hvør sum eigur trolaran.

Interpol hevur hetta yvirlitið sum tó ikki er fullfíggjað:

Oktober 1998 - Boyd Line Ltd, Stórabretland
Mars 2000 - Muniz Castinera S.L., Spania
Januar 2002 - Southern Shipping Ltd, Spania
Mai 2003 - Vistasur Holding, Spania
Apríl 2010 - Estelares S.A., Panama/Felicite Shipping Corp., Seychellurnar
Oktober 2012 - 
Felicite Shipping Corp., Seychellurnar
Juni 2013 - Royal Marine and Spare Nig. Limited, Nigeria
August 2013 - Estar Fisheres Cor, ókent