Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Trolbátur verður línubátur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

18.02.2017 - 16:26

> Tíðindi > Føroyar

Í 2002 kom hann, sum nýbygdur trolbátur í føroyska flotan og kallaðist Norðleivur. Báturin er 17,8 metrarlangur, 5 metrar breiður og hevur ein 425 HK Mitsubishi motor.

Í 2011 varð hann seldur og fekk navnið Dragasund. Síðani er hann aftur seldur, men varðveitti navnið.

Nú er so Dragasund komin í eitt nýtt felag, sum eitur P/F Fiskivarði. Eigarar eru Bjarni Kass, P/F Tindur og Fróði L. Ejdesgaard.

Samstundis verður Dragasund gjørdur um til línubát.

- Orsøkin er einfølt tann, at tað er nærum ógjørligt at fáa nøktandi rakstur í vinnuna hjá Dragasundi og hjá smærru trolbátunum, sigur Bjarni Kass.

Dragasund liggur í Klaksvík, har umbyggingin eisini fer fram. Tað er Pomek í Klaksvík, sum stendur fyri umbyggingini, og sum eisini skal seta nýggju línuútgerðina frá Mustad í bátin. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í apríl.

Dragasund kemur at eita Fiskivarði, og seks mans verða við. Skipari verður Fróði Leivsson Ejdesgaard.