(Mynd: EPA)

Trollhättan: Gerningsmaðurin eisini deyður

Ingi Samuelsen

22.10.2015 - 15:07

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Talið av deyðum eftir sorgarleikin á einum skúla í svenska býnum Trollhättan fyrrapartin, er nú komið upp á trý.

Seinnapartin varð boðað frá, at eisini gerningsmaðurin, ein 21 ára gamal maður úr Trollhättan, er deyður av løstunum, hann fekk.

Løgreglan skjeyt eftir manninum, sum leyp á við knívi. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús, og stóð ikki til at bjarga.

Sostatt er talið av deyðum komið upp á trý. Ein maður - helst ein lærari - var funnin á skúlanum, tá løgreglan kom fram, og seinni doyði ein drongur, næmingur á skúlanum, á sjúkrahúsinum av sárunum hann fekk, tá 21 ára gamli gerningsmaðurin leyp á við svørði ella stórum knívi.