Anton Lundin Petterson. Løgreglan sigur, at tað var rasisma, ið var orsøkin til, at hann trongdi seg inná ein skúla í gjár og drap tveir mans og særdi tveir aðrar

Trollhättan: Rasisma var orsøkin til álopið

Ingi Samuelsen

23.10.2015 - 06:22

Tíðindi > Svøríki

Løgreglan í Svøríki váttar nú, at álopið á ein skúla í svenska býnum Trollhättan í gjár var eitt hatursbrotsverk, sum botnar í rasismu.

Tað váttar Niklas Hallgren, politiovasti fyri svenska blaðnum Aftonbladet í morgun, sambært Ritzau.

- Tað eru tekin um rasistisk motiv, sigur hann við Aftonbladet TV.

Løgreglan byggir hetta á tað, ið er funnið í heiminum hjá 21 ára gamla gerningsmanninum, og eisini á klæðini, sum maðurin var í undir álopinum.

- Vit byggja tað eisini upp á, hvussu hann valdi síni offur, sigur Niklas Hallgren.

21 ára gamli maðurin hevði svørð og var ílatin ein skort, tá hann leyp á fýra fólk á Kronan-skúlanum í Trollhättan í Vestursvøríki. Tvey starvsfólk og tveir næmingar vórðu stungin.

Higartil eru tvey fólk deyð. Ein hjálparlærari doyði á staðnum, og ein 17 ára gamal drongur doyði nakrar tímar seinni av løstunum hann fekk.

Hinir báðir særdu eru fluttir á sjúkrahús í Göteborg. Teirra støða verður lýst sum álvarslig, men stabil, skrivar Ritzau.

Enn er óvist, hvat tilknýti maðurin hevði til skúlan. Tað verður einans sagt, at maðurin var úr býnum.

400 børn ganga á fólkaskúlanum, og nógvir av næmingunum koma frá somaliskum, albanskum og arabiskum familjum.

Løgreglan vildi í morgun ikki koma nærri inn á, júst hvat tað var, sum tey hava funnið heima hjá gerningsmanninum.

- Vit kunnu staðfesta, at talan er um eitt hatursbrotsverk, og at tað er rasistiskt. Vit kunnu ikki siga meira nágreiniliga, hvat tað er, sum ger at vit koma til hesa niðurstøðu, men tað er týðuligt, og vit eru sannførd um, at brotsverkið byggir á hatur, sigur Niklas Hallgren við Aftonbladet.

Aftonbladet skrivar, at gerningsmaðurin, sum doyði av skotsárum í gjár, var 21 ára gamli Anton Lundin Petterson, ein friðarligur ungur maður, sum hevur búð í Trolhättan alt sítt lív, og sum løgreglan ikki kendi til frammanundan.