Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu hevur landað 1300 tons í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.10.2017 - 20:42

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað umleið 1300 tons til Pelagos.

Tróndur í Gøtu kom seinnapartin í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa til Pelagos.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað sild norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Upplýst verður at talan er um góða stød - umleið 380 gramm í miðal.

Upplýst verður, at skipini framvegis síggja nógva sild norðanfyri.