Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu fulla last



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.03.2018 - 08:35

> Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu sleppur framat at landa seinnapartin í dag.

Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir landa fulla last - umleið 2800 tons av svartkjafti, til Havsbrún, og veiðan verður framleidd til fóður.

Tað hevur verið long bíðitíð seinastu dagarnar, og tað kemst av at Havsbrún er einasta virkið, sum tekur í móti svartkjafti.

Áðrenn Tróndur í Gøtu slapp framat, landaði Jupiter fulla last av svartkjafti.