Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu skal landa svartkjaft í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

16.04.2018 - 21:33

> Tíðindi > Føroyar

Uppsóvarskipið Tróndur í Gøtu skal landa svartkjaft til Havsbrún.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 2600 tons av svartkjafti, sum teir landa til virkið Havsbrún, og har verður svartkjafturin framleiddur til fóður.

Upplýst verður, at fitt av svartkjafti er at síggja sunnanfyri Føroyar, og at veðrið hevur verið gott á feltinum seinastu dagarnar.