Tróndur Kragesteen(Nr.3) og hinir føroysku leikararnir eru til reiðar til stóru uppgávuna í Italia (Mynd: Jens Kr.Vang - Savnsmynd)

Tróndur Kragesteen: Kappingin er ein umráðandi liður í menningini

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 13:19

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú er ikki leingi til føroysku hondbóltsmennirnir skulu royna seg í HM-undankappingini. Klokkan 15.30 er fyrsta bríksl í Bolzano í norðara parti av Italia. Liðformaðurin hjá Føroyum er Tróndur J. Kragesteen úr Neistanum. Hann sigur soleiðis um føroysku fyrireikingarnar: 

- Vit hava fyrireikað okkum sera væl til hesa kappingina. Vit vóru á venjingarlegu à Sandi í oktober í fjør, og umframt tað hava vit vant nógv um jólini. Eisini hava vit júst spælt ein venjngardyst ímóti Høj frá donsku 1 deild, sum vit vunnu trygt. Vit hava góðar vónir til hesa uppgávuna sum er fyri framman, uttan at vita serliga nógv um mótstøðuna.

Føroyar eru í bólki saman við Ukraina, Rumenia og vertunum Italia. Tað er ein torfør uppgávu ið er fyri framman hjá Tróndi og liðfeløgunum. Tróndur metir at størsti møguleikin fyri góðum úrsliti liggur ímóti Italia, og at lykilin hjá føroyingum er at fáa dystirnar at passa til sínar styrkir:

- Vit eru komnir í ein sterkan bólk og hetta er sterkasta mótstøðan, sum vit hava møtt í nøkur ár. Til dømis hevur Ukraina, sum vit spæla ímóti í kvøld, vunnið á Íslandi fyri góðum hálvum ári síðani. Rumenia vita vit sera lítið um, men søguliga hevur landið staðið seg væl í hóndbóltshøpi. Italia spældu vit ímóti í 2010, har vit taptu tepurt, so tað er nokk tann dysturin har vit hava best vónir um eitt gott úrslit. Lykilin til eitt gott úrslit her í Italia er, at vit fáa dystirnar spældan uppá okkara premissur. Vit skulu steðga teirra tungu spælarum áðrenn teir koma í ferð, og vónandi revsa teir uppá kontra. Síðani skulu vit geva okkum góða tíð at seta spæli upp í álopinum og ikki skjóta ov tíðliga

Hvat er so eitt gott útslit í Italia ?

Eitt gott úrslit fyri okkum er at fáa stig frá meira enn einum dysti, men vit vita at hettar verður sera trupult.

Til síðst slær Tróndur Kragesteen fast, at hendan HM-undankappingin hevur nógv at siga fyri føroyska liðið og føroyskan hondbólt generelt:

- HSF hevur sett sær fyri, at vit javnan skula luttaka í altjóða kappingum og miðar ímóti at Føroyar skulu við til EM endaspæli í 2024, har kappingin verður víðka til 24 lið. Tí skulu vit allatíð royna at gerast betri, og hendan kappingin er ein liður í hesi menningini. At fáa eitt gott úrslit í hesari kappingini er týdningarmikið, tí tað vísir at føroyskur hóndbóltur er á rættari kós.