Mynd: B36

Tróndur Vatnhamar aftur í B36

Sverri Egholm

30.12.2017 - 22:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tróndur Vatnhamar verður málmansvenjari hjá monnunum hjá B36 í Betri deildini í 2018.

Eftir nøkur ár sum málmansvenjari í HB, so verður Tróndur Vatnhamar nú málmansvenjari hjá B36 í 2018, har hann skal venja málmennirnar hjá monnunum í Betri deildini.

- Vit í B36 eru fegin um at fáa henda royna málmann og málmansvenjara til felagið, og eru partarnir spentir uppá samstarvið, skrivar b36.fo.