Trongdin at taka “selfies” er eitt brek



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 19:20

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Ógvusliga trongdin til at taka “selfies” er eitt brek fyri fleiri. Tað vísir nýggj kanning, sum tveir granskarar á Thigarajar School of Management í India og Nottingham Trent University í Onglandi hava gjørt.

Granskararnir hava kalla brekið “selfitis” eftir at teir kannaðu “selfievanarnar” hjá 400 lesandi.

Ein av niðurstøðunum er, at ein selfie ikki bara er ein selfie. Hvør einasta mynd knýtir seg til sosiala ella sálarfrøðiliga motivatión hjá hvørjum einstøkum persóni. Tað kann verða, at ein selfie gevur økt sjálvsálit, at tað økir tilknýti til sín kenningaskara, at ein leitar eftir uppmerksemi, ella at myndin er partur av einari sosialari kapping.

Tekur tú fleiri enn seks selfies um dagin, og eru orsøkirnar sera sjónligar, er talan um selfitis.