Ophelia missir helst heitið sum tropisk ódn áðrenn hon rakar Írland mánadagin (Mynd: windy.com)

Tropisk ódn tekur óvanliga leið móti Evropa

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 12:03

Tíðindi > Veðrið

Stormur á Asorunum, ódn í Írlandi og summarlýkka yvir Evropa. Tað eru evropeisku veðurvánirnar, nú tropiska ódnin Ophelia er farin eina heldur óvanliga kós.

Vanliga er tað Karibia og USA, sum standa fyrst fyri, tá tropiskar ódnir taka seg upp yvir Atlantshavi.

Men ódnin, ið hevur fingið navnið Ophelia, hevur gjørt av at taka leiðina hinvegin, í landnyðring beint móti Evropa, har hon rakar fyrst í komandi viku.

Ophelia, ið varð skrásett sum tann 16. tropiski stormurin í økinum í ár, mentist mánadagin miðskeiðis í Atlantshavinum. Vanliga plaga slíkar ódnir at taka eina kós annnaðhvørt móti USA ella norður gjøgnum Atlantshavið. Men luftstreymarnir í stórari hædd, sum stýra rætningin hjá ódnini, lótu hana ístaðin fara í ein landnyðring móti Asorunum og Evropa.

Í gjárkvøldið varð hon skrásett sum ársins 10. tropiska ódn, og í dag varð hon mett at hava eina styrki í 1. kategori, skrivar tv2.dk.

Sambært veðurfrøðingunum fer Ophelia leygardagin at liggja beint sunnan fyri Asorurnar, við regni og nógvum vindi upp móti ódnarstyrki. Síðani fer hon longur í landnyðring til havið vestan fyri Portugal og Útnyðringsspania, og ikki fyrr enn sunnudagin missir hon sína styrki, tá sjógvurin gerst kaldari.

Tað hendir í einum øki, ið, sambært National Hurricane Center, bert hevur upplivað tropiskar ódnir átta ferðir fyrr síðan 1842. Og bert tvær ferðir hava tropiskar ódnir rakt evropeiska meginlandið.

Seinast var í oktober 2005, tá ódnin Vince rakti Portugal og Spania, meðan ódnin Debbie í september 1961 rakti Írland.

Helst verður Ophelia liggjandi yvir Atlantshavi meðan hon framvegis er styrkismett sum tropisk ódn, men síðan fer hon sum eitt ’vanligt’ ódnarlágtrýst víðari í landnyðring og rakar Írland einaferð mánadagin.

Óvanliga veðurstøðan merkir eisini, at heit luft á eystursíðuni av lágtrýstinum verður trýst úr Norðurafrika og norður móti Suðurevropa, og tí kunnu londini í Evropa rokna við summarsligum hita sunnudagin og mánadagin.

Vit fara neyvan at merkja tað stóra til Opheliu á okkara leiðum, har tað framvegis eru lágtrýstini við vanligu kósunum úr eysturstrond Norðuramerika og suður um Grønland, ið ávirka veðrið í Føroyum.