Mike Pompeo (t.v.) og Kim Jung-un (t.h.) (Mynd: DR)

Trump: CIA ovastin hittist við Norðurkorea

Ari av Rana

18.04.2018 - 17:28

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Fyrr í dag vórðu tíðindi at frætta, at USA hevur møtt ovastu leiðsluni í Norðurkorea. Hesum váttar Donald Trump nú á Twitter.

Tíðindastovurnar AP og Reuters skrivaði fyrr í dag, at amerikanski forsetin hevur váttað at beinleiðis samband hevur verði millum amerikansku stjórnina og stýrið í Norðurkorea. Tó varð víst aftur, at forsetin persónliga hevur havt samband við leiðaran í Norðurkrea, Kim Jong-un.

Fyri løtu síðani skrivaði Donald Trump á Twitter, at nýggi uttanríkisráðharrin og stjórin í CIA, Mike Pompeo, møtti Kim Jong-un í Norðurkorea í síðstu viku.

- Fundurin gekk væl, og gott samband var knýtt. Í løtuni verður arbeitt við detaljunum fyri fundin. Ein avtøka av kjarnorkuprogramminum hevði verið gott fyri heimin, men eisini fyri Norðurkorea, skrivaði amerikanski forsetin á Twitter.

Eftir ætlan skulu Donald Trump og Kim Jong-un hittast í endanum av mai ella byrjanini av juni. Tó er enn ikki vist hvar ella nær fundurin verður, skrivar DR. Hetta verður fyrstu ferð, at ein sitandi amerikanskur forseti hittir einum norðurkoreanskum leiðara.