(Mynd: EPA)

Trump: - Eg eri ikki rasist

Ingi Samuelsen

15.01.2018 - 08:51

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Eftir fleiri ferðir at hava víst aftur, at hann skal hava kallað Haiti og lond í Afrika fyri ”lortalond” á einum fundi í Hvítu Húsunum, hevur Donald Trump nú sjálvur staðfest, at hann ikki er rasistur.

- Nei nei. Eg eri ikki rasist. Eg eri tann minst rasistiski persónurin, tú nakrantíð hevur tosað við, tað skal eg siga tær, segði Donald Trump í gjár, tá hann varð spurdur um sínar útsøgnir.

Tað var Washington Post, sum skrivaði um hvat forsetin skuldi havt sagt undir einum kjaki við fleiri demokratar og republikanarar um Daca, ið er ein serlig tilflytingarskipan fyri ungar tilflytarar.

Men Trump sýtir fyri at viðganga, at hann hevur kalla londini fyri ”lortalond”.

- Hevur tú sæð, hvat aðrir senatorar í rúminum hava sagt um mínar útsøgnir? Eg havi ikki, segði Donald Trump

Demokratiski senatorurin, Dick Durbin, sum var til staðar á fundinum í Hvítu Húsunum, hevur váttað niðrandi viðmerkingarnar hjá forsetanum.

Senatorurin úr Illinois sigur, at útsøgnirnar vóru ”andstyggiligar, hatursfullar og høvdu týðuligt dám av rasismu”. Men teir báðir republikansku senatorarnir, Tim Cotton úr Arkansas og David Perdue úr Georgia, stuðla forsetanum og siga seg ikki minnast, at slíkar útsøgnir skuldu verið komnar fram á fundinum.

Daca-skipanin gevur møguleika fyri, at ávísir tilflytarar, sum eru komnir ólógliga til landið sum børn, kunnu fáa arbeiðsloyvi. Donald Trump hevur tó kallað Daca aftur. Skipanin varð sett í gildi í 2012 undir Barack Obama, forseta.

Les eisini: Trump ynskir ikki tilflytarar úr ”lortalondum”



beint nú