(Mynd: EPA)

Trump er jaligur um at samráðast við Norðurkorea

Ari av Rana

10.01.2018 - 22:37

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Norðurkorea og Suðurkorea hava fundaðust í allan gjár, og í dag verður sagt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini er jaligur um at samráðast við Norðurkorea.

Møguligar samráðingar verða tó einans á einum passandi tíðspunkti og undir teimum rættu umstøðuðnum.

USA ætlar tó ikki at lata Norðurkorea gera sum tað vil, og ætlar framhaldandi at leggja stórt trýst á norðurkoreansku kjarnorkuætlanunum, verður sagt úr Hvítu Húsunum.

Trump hevði telefonsamrøðu við Suðurkoreanska forseta, Moon Jae-in, í dag eftir samráðingarnar millum Norðurkorea og Suðurkorea. Suðurkoreanski forsetin segði, at hann var sinnaður at hittast við norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, fyri at royna at loysa stríðið um kjanorkuætlanirnar hjá Norðurkorea.

Tó segði Moon, at útlit skuldi verða fyri veruligum úrslitum, áðrenn hann vildi hitta norðurkoreanska leiðaran.



beint nú