Rex Tillerson (Savnsmynd: EPA)

Trump gevur Tillerson sekkin

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 13:19

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

USA skal hava nýggjan uttanríkisráðharra. Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttar á Twitter, at Rex Tillerson er koyrdur frá

Mike Pompeo, sum hevur verið stjóri fyri CIA fregnartænastuni, skal taka yvir uppgávuna sum uttanríkisráðharri.

- Hann fer at gera eitt fantastiskt arbeiði, skrivar forsetin og takkar Rex Tillerson fyri innsatsin sum uttanríkisráðharri.

- Nógv er framt hesar 14 mánaðirnar og eg ynski honum og familjuni alt tað besta, leggur hann afturat.

Gina Haspel verður nýggjur stjóri fyri CIA, sum sostatt fyri fyrstu ferð í søguni fær ein kvinnuligan ovasta.