Mynd: EPA

Trump heitir á siviliseraða heimin um at broyta hugsan

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 15:20

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tríggjar tímar eftir hendingina í Berlin í gjárkvøldið, sum ógvuliga sannlíkt var ein yvirgangsatsókn, har ið ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu á einum jólamarknaði og drap 12 fólk og særdi uppaftur 48 onnur, setti komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, seg við skrivaraorðið og orðaði sínar hugsanir hendingini viðvíkjandi.

Donald Trump, sum í gjar varð endaliga valdur sum amerikanskur forseti av valmonnunum, var eirindaleysur og helt, sambært The Independent, fyri í einum tíðindaskrivi, at...

- ISIS og aðrir islamistiskir yvirgangsmenn halda fram við at slakta kristin í teirra samfeløgum sum partur av teirra aljóða heilaga kríggi.

Enn er tó, sambært myndugleikunum í Týsklandi, ikki greitt, hvør hevði ábyrgdina av hendingini í Týsklandi í gjárkvøldið.

Seinni skrivaði Donald Trump á Twitter, at...

- Í dag vórðu yvirgangsatsóknir framdar í Turkalandi, Sveis og í Týsklandi. Og tað verður bara verri. Tann siviliseraði heimurin má broyta hugsan.

Og eftir at bæði Angela Merkel, kanslari í Týsklandi, umboðandi konservativa CDU, og Sosialdemokratarnir í Týsklandi í dag hava lagt dent á týdningin av frælsi, opinleika, samanhaldni, empati, tolni og menniskjakærleika, hevur Frauke Petry, forseti fyri víðgongda høgravenda AfD-flokkin í Týsklandi, funnist at teimum, sum hava heitt á fólk um ikki at geva eftir fyri haturi og ótta. Hon hevur eisini sagt á Facebook, at ræðuleikarnir eru komnir, og at hetta er eitt álop á okkara frælsi og livihátt eins væl og kristnu siðvenju.

Petry hevur harumframt hildið fyri á Facebook, at tað er harmiligt, at Sosialdemokratarnir í Týsklandi sjálvt í dag leggja dent á at vera politiskt korrektir.

Fyrr í ár varð Petry fyri hørðum atfinningum í sambandi við, at hon heitti á løgregluna í Týsklandi at skjóta flóttafólk, sum komu inn í landið á ólógligan hátt.

Eisini tann víðgongda høgravenda Marine Le Pen í Fraklandi orðaði seg kritiskt mótvegis elituni í týskum politikki. Sambært altjóða miðlum helt hon fyri, at...

- Hvussu nógv fólk skulu doyggja aftrat sum eitt úrslit av víðgongdum islamistiskum atsóknum, áðrenn okkara stjórnir lata mørkini aftur og gevast við at taka ímóti túsundavís av flóttafólki. Øll vita, at jihadistar koma inn í Evropa við at lata sum um, at teir eru flóttar.

Tað er, sum longu nevnt omanfyri, sambært týskum myndugleikum, ikki enn greitt, hvør hevði ábyrgdina av hendingini í Berlin í gjárkvøldið.

Hendingin í Berlin í gjárkvøldið hevur annars millum annað havt við sær, sambært donskum miðlum, at løgreglan í Danmark hevur sett løgreglufólk inn at verja trygdina í sambandi við jólamarknaðir í donskum býum.