Trump leggur eftir London-borgarstjóranum eftir álop

Ingi Samuelsen

05.06.2017 - 12:12

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, stendur fyri skotum í nýggjastu tweet-boðunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Amerikanski forsetin hevur millum annað heft seg við ein setning, sum borgarstjórin segði. Speiskliga endurgevur forsetin á Twitter:

- Minst sjey deyð og 48 særd í yvirgangsálopi, og borgarstjórin í London sigur, at ’tað er ongin orsøk at óttast!’

Leygarkvøldið koyrdi ein vøruvognur inn í gongufólk á London Bridge. Síðan lupu tríggir mans við knívum á tilvildarlig fólk í økinum Borough Market, ið liggur nærhendis brúnna. Sjey fólk doyðu í álopinum, sum av løgregluni og Theresa May, forsætisráðharra, verður skýrdur yvirgangur.

Í eini samrøðu í gjár um álopið segði Sadiq Khan, borgarstjóri, sambært BBC:

- Íbúgvarnir í London fara at uppliva meira løgreglu í dag og komandi dagarnar. Tað er ongin orsøk at óttast.

Hetta seinasta heldur forseti USA vera átaluvert. Men Sadiq Khan, borgarstjóri, hevur ongar viðmerkingar til álopið frá Trump.

- Borgarstjórin er upptikin við at arbeiða saman við løgregluni, tilbúgvingini og stjórnini fyri at samskipa tað, ið gerast skal, eftir hetta ræðuliga og hjartaleysa álopið og við at sýna fyristøðu og tryggja íbúgvum og gestum í London, sigur ein talspersónur hjá borgarstjóranum.

Lagt verður afturat, at borgarstjórin hevur ”meira týðandi uppgávur at gera enn at svara mr. Trump aftur”, ið ”tilvitað”, hevur tikið viðmerkingina út úr samanhanginum.

Svarið hjá borgarstjóranum var ein partur av eini longri samrøðu við BBC um trygdarviðurskiftini í London eftir yvirgangsálopið, har hann tryggjaði fólk um, at alt verður gjørt fyri at varðveita trygdina í býnum.

Amerikanski forsetin og borgarstjórin í London hava fyrr klandrast. Tað var undir forsetavalstríðnum í fjør, tá Trump fyri fyrstu ferð tosaði um innferðarloyvi móti íbúgvum frá muslimskum londum, at hann skjeyt upp, at hann kundi gera eitt undantak fyri Sadiq Kahn, ið er muslimur.

Sadiq Khan segði tó nei takk:

- Tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um vinir mínar, familjuna og onnur frá øllum heiminum.

Sadiq Khan hevur eisini ákært Donald Trump fyri at vera fákunnugur tá tað snýr seg um islam og fyri at gera bæði USA og Stórabretland ótrygg. Sum aftursvar bjóðaði Trump borgarstjóranum av í eini IQ-roynd og legði afturat, at hann fór at minnast viðmerkingina hjá Khan.

Nýggjastu forsetaboðini á Twitter snúgva seg eisini um yvirgangsálopið. Donald Trump skrivar:

- Hevur tú lagt til merkis, at vit ikki kjakast um skotvápn júst nú? Tað er tí, at tey brúka knívar og lastbilar!

Trump hevur leingi talað fyri rættinum hjá amerikanarum at bera vápn, og tí kallaði hann í mars mánaði vápnalógina hjá Barack Obama aftur, soleiðis at sálarsjúk aftur eru tryggjað rættin at bera vápn, skrivar Danmarks Radio.