Mynd: EPA

Trump lítlan stuðul frá fólkinum

Sverri Egholm

16.07.2017 - 19:52

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump fær met lítlan stuðul frá amerikanska fólkinum etir eitt hálvt ár sum forseti. Tað vísur ein kanning hjá ABC News og Washington Post, skrivar dr.dk.

Bara 36 prosent dáma hann sum forseta, og 58 prosent av teimum 1000 fólkunum, sum hava luttikið í kanningini eru ikki nøgd við forsetan.

Hetta er tað lægsta fyri ein forseta í 70 ár, skriva ABC News og Washington Post.

Aðrar nýggjar kanningar vísa eisini sama úrslit. Kanningar sum eru gjørdar í juli hjá bæði Gallup og Ipsos/Reuters vísa, at 57 ella 58 prosent ikki dáma Trump sum forseta.