Mynd: EPA

- Trump má svara skuldsetingunum um, at russar hava gjørt hann til reiðar at skapa split

Redaktion

11.01.2017 - 11:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Um leysatíðindini eru sonn, og Donald Trump og russar hava samstarvað fyri millum annað at tryggja Trump sætið í Hvíta Húsinum, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri Trump og møguliga hava við sær eina Watergate-líknandi støðu.

Hetta sigur Mads Fuglede, USA-serfrøðingur, við TV2, eftir at tað, sambært CNN, er komið fram, at amerikanska fregnartænastan hevur gjørt Barack Obama og Donald Trump varugar við, at Russland liggur inni við ógvuliga persónligum upplýsingum um síðstnevnda.

Sambært CNN og Buzzfeed hevur Trump hugnað sær í meira lagi á vitjanum á hotellum í Russlandi, umframt at hann eisini hevur havt eitt tætt politiskt tilknýti til Russland. Hetta kemur fram í einum skjali uppá 35 síður, sum Buzzfeed hevur lagt út á heimasíðu sína.

Donald Trump hevur á Twitter afturvíst øllum hesum og sagt, at talan er um eina politiska heksajagstran og følsk tíðindi. 

Hvørt upplýsingarnar í jústumrødda skjalinum eru sannar, er enn ikki váttað av amerikonsku myndugleikunum.

Men at tann amerikanska fregnartænastan nú hevur gjørt av at kunna Obama og Trump um leysatíðindini, sum tilskilað omanfyri, merkir, sambært Mads Fuglede, at Trump verður noyddur at fyrihalda seg til sakina. 

Við TV2 sigur Fuglede hesum viðvíkjandi, at...

- Hann verður noyddur at greiða frá, hví hann ikki metir, at nakað hald er í søgunum. Og ikki bara á Twitter. Tað er logiskt at gera, tí at hetta kemur at ávirka, hvussu vit tosa um hann. Tað mest álvarsama er, um tað er rætt, at russar í fimm ár hava arbeitt við at gera Trump til reiðar at skapa split í amerikonskum politikki og vesturheiminum.

Fuglede leggur aftrat, at...

- Verður ein kanning sett í verk av kongressini, og FBI fremur enn fleiri kanningar av hesum máli, verður hetta ein sak, sum vit ikki hava hoyrt tað síðsta til.

Og eisini Jesper Steinmetz hjá TV2 metir, at tað kann fáa álvarsliga fylgjur fyri Donald Trump, um nakað hald er í leysasøgunum.

- Um, og hetta er eitt stórt ”um”, tað er nakað hald í hesari søguni, eru tað sera álvarsamar upplýsingar, sum sláa fast, at tann russiska fregnartænastan við Vladimir Putin á odda hevur havt ein aktivan leiklut í amerikanska forsetavalinum og í veruleikan møguleika hevur verið við til at fáa Donald Trump til valdið.

FBI er nú farið í holt við at kanna upplýsingarnar um Trump, sum fyri tað mesta byggja uppá russiskar keldur.

Russisku myndugleikarnir vísa harafturímóti øllum hesum keldum aftur og siga, at tær eru fiktivar og skulu síggjast sum ein roynd at skaða viðurskiftini ímillum USA og Russland.

Grein uppdaterað: 20.55 - 11.01.2016