Mynd: Reuters

Trump: - Møguleiki fyri einari stórari konflikt við Norður Korea

Jens Hákun Leo

28.04.2017 - 06:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Hann er 27 ár, pápi hansara doyr, hann tekur yvir eitt stýri, so sig hvat tú vilt, men tað er ikki lætt, serliga ikki á einum so ungum aldri. Tú hevur nógvar generalar og onnur fólk, sum høvdu viljað gjørt, hvat hann ger. Eg hvørki rósi honum ella ikki rósi honum. Eg sigi bara, at tað er sera trupult. Hvørt hann er skynsamur ella ei, havi eg onga hugsan um. Eg vóni, hann er skynsamur.

Soleiðis segði Donald Trump, forseti, tá ið hann í langari samrøðu við Reuters í gjár millum annað varð spurdur um, hvørja hugsan hann hevði viðvíkjandi norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-un.

Tá ið hann hareftir varð spurdur, hvørt tað var ein møguleiki fyri einari stórari konflikt við Norður Korea, svaraði hann, at...

- Tað er ein møguleiki, at vit kunnu enda við einari stórari konflikt við Norður Korea. So avgjørt. Tað er satt (at hetta er tann størsti óttin á altjóða stigi beint nú, red).

Viðvíkjandi øðrum evnum svaraði Donald Trump á soljóðandi hátt:

Um kríggið mótvegis islamistiskari ekstremismu fær nakran enda:
- Hetta er ein sera trupul spurningur. Tí nær endar kríggið? Vit kunnu ikki lata teir koma higar. Eg má siga, at tað fer at fáa ein enda. Og tað má enda við einari eyðmýking. Vit gera veruliga enda á óndum menniskjum. Tá tú hyggur eftir, hvat hendir við hálshøggingunum...vit hava ikki sæð slíkt síðan miðøldina. Ikki so?

Um frið í Miðeystri og ein møguligan túr til Ísrael og Saudi Arabia:
Tað er ein møguleiki. Vit tosa við báðar partar. Eg vil hava frið ímillum ísrealar og palestinensarar. Tað er eingin orsøk til, at tað ikki skal vera friður ímillum Ísrael og Palestina – eingin yvirhøvur. So vit eftirmeta tað, og vit kann eisini møguleikarnar fyri at fara til Saudi Arabia.