(Mynd: EPA)

Trump noktar fyri at hátíðarhalda nýggju amerikansku sendistovuna í London

Ari av Rana

12.01.2018 - 14:15

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump, forseti í USA, hevur avlýst ferð til London í næsta mánaði, tá nýggja amerikanska sendistovan í London verður tikin í brúk. Orsøkin er, at Trump er ónøgdur við avgerðina at flyta sendistovuna og at selja gamla bygningin fyri smápengar, skrivar Retuers.

Trump leggur harafturat á gomlu Obama umsitingina, fyri at hava tikið avgerðina.

Avlýsingin er eitt skot fyri bógvin fyri samstarvið millum USA og Bretland. Enn hevur Donald Trump ikki vitja í Bretlandi, síðani hann gjørdist amerikanskur forseti.

- Orsøkin til at eg avlýsti túrin til London er, at eg ikki er fjeppari av avgerðini hjá Obama umsitingini at selja penastu sendistovuna í London, sum eisini hevði bestu staðseting, fyri smápengar, og heldur byggja eina nýggja fyri 1.2 mia. dollarar, skrivaði Trump á Twitter hósdagin.