(Mynd: EPA)

Trump og Jong-un hava skrivað undir skjal

Oda Strøm

12.06.2018 - 06:59

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin Donald Trump og norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un hava fundast í nátt í Singapor. 

Eitt úrslit av fundinum er, at teir báðir hava skrivað undir eitt skjal, sum báðir lýsa sum eitt søguligt skjal. Tað er tó ikki greitt enn, hvat stendur í skjalinum, men sambært DR sigur Trump, at tað er eitt týdningarmikið og umfatandi skjal. 

- Vit hava fingið eitt framúr gott samband, segði Trump við miðlarnar á staðnum. 

Kim Jong-un er farin av hotellinum, nú fundurin er av, og klokkan hálvgum níggju føroyska tíð fer amerikanski forsetin at hava tíðindafund.