Trump og Kim hittast í Singapore í juni

Ari av Rana

11.05.2018 - 11:22

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jung-un, hittast á toppfundi í Singapore 12. juni. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at hægstu høvdini í londunum báðum hittast.

Amerikanski forsetin almannakunngjørdi á sínum Twittervanga nær fundurin verður.

- Vit vilja báðir arbeiða fyri at gera hetta til eina serliga løtu fyri heimsfriðin, skrivaði Trump á Twitter.

Kunngerðin kom hálvt døgn aftaná at tríggir amerikanskir ríkisborgarar, sum vórðu hildnir til fanga í Norðurkorea, aftur settu føturnar á amerikanska jørð. Avtalan at leyslata menninar fekst í lag, tá amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, varð á vitjan í Norðurkorea, skrivar DR.

Donald Trump hevur sagt at tað var tekin á góðan vilja frá norðurkoreanska stýrinum, at menninir vórðu leyslatnir.