Donald Trump, forseti í USA og Benjamin Netanyahu, forsetisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)

Trump roynir aðrar leiðir fyri at skapa frið í Miðeystri


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

15.02.2017 - 23:12

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Eitt av umráðandi málunum hjá Donald Trump, forseta í USA er stutt og greitt, at fáa frið í Miðeystri. Hvussu hetta verður framt er hann ikki so upptikin av, men sambært Johannes Langkilde, tíðindamanni hjá DR í USA, so er Trump sinnaður til at troyta heilt nýggjar hættir. Hetta var høvuðsmálið sum umrøtt var á vitjanini hjá Netanyahu í USA.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevði tíðindafund saman við Trump í dag, og har kom undan kavi, at amerikanski forsetin er sinnaður at royna heilt aðrar leiðir, enn undanmenn sínir hava roynt seinastu øgiliga nógvu árini.

Stríðið millum Ísrael og Palestina má steðgast, men tað er ikki neyðugt, at loysnin - sum hon hevur verið tað í mannaminnir - er ein sokallað tveir-statir-loysn, har báðir partar fáa hvør sín stat.

- Donald Trump hevur alla tíðina sagt, at hann vil fara øðrvísi til verka, fyri at loysa langa stríðið, og tað verður staðfest við hesum útsagnum, sigur Johannes Langkilde millum annað.

Langkilde sigur eisini, at Trump sær friðarsamráðingarnar í Miðeystri sum einhvørja aðra samráðing, sum hann mangan hevur verið í sum vinnulívsmaður.

- Beinleiðis á tíðindafundinum bað hann tildømis ísraelska forsætisráðharran um, at steðga nýggju búsetingunum. sigur tíðindamaðurin hjá DR í USA.

Netanyahu var tó ikki so bersøgin, at hann lovaði at fylgja ráðunum frá Trump. Í øllum førum ikki beinleiðis á tíðindafundinum.

Langkilde sigur tó, at tað sá út til, at Benjamin Netanyahu annars dámdi væl mátan sum Trump ætlar at fara til verka.

- Tí verður spennandi at síggja, um øðrvísi framferðarhátturin hjá Trump fer at virka í stríðnum í Miðeystri, sigur Johannes Langkilde at enda.