Trump: Spilti netmiðil út og skeldaðist við CNN-journalist


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 18:05

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Komandi amerikanski forsetin legði ikki fingrarnar ímillum mótvegis teimum miðlum, sum eftir hansara tykki, ikki hava givið honum rímiliga viðferð.

Á tíðindafundinum í dag fór hann beinleiðis í kríggj við serliga tveir amerikanskar miðlar, CNN og BuzzFeed. Ein journalistur frá CNN royndi at koma til orðanna við at rópa sínar spurningar út í salin.

Men komandi forsetin vildi ikki lurta eftir honum.

- Nei, tú fært ikki loyvi at seta spurningar. Tit bera følsk tíðindi, segði Donald Trump.

Frammanundan hevði republikanarin eisini beinleiðis hótt netmiðilin BuzzFeed.

- BuzzFeed kemur at merkja avleiðingarnar av at almannakunngera slíkar frágreiðingar. Tað gera tey longu, segði hann.

BuzzFeed valdi í gjárkvøldið at almannakunngera eina 35 síður langa frágreiðing við viðkvomum – men óváttaðum – upplýsingum um nøkur viðurskifti hjá Trump við Russland. Ein talsmaður brúkti byrjanina av tíðindafundinum í dag til at vísa aftur og niðurgera tíðindini, sum BuzzFeed bar í gjár.