(Mynd: EPA)

Trump sýtir fyri at hann skal hava biðið um at fáa kanning støðgaða


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.05.2017 - 06:56

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sýtir fyri at hann skal hava biðið tann nú frákoyrda stjóran fyri FBI, James Comey, um at gevast við kanningunum av fyrrverandi trygdarráðgevan, Michael Flynn.

Tað segði hann á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum.

Tá Donald Trump varð biðin um at greiða nærri frá málinum, svaraði forsetin sambært dpa-tíðindastovuni:

- Nei. Nei, næsti spurningur. (sí leinkið undir greinini)

Sambært blaðnum The New York Times skrivaði James Comey í einum uppriti áðrenn hann varð sagdur úr starvi, at Trump hevði biðið hann um at gevast við at kanna Flynn.

Uppritið er eitt av nógvum, sum James Comey, sambært blaðnum, skrivaði fyri at kunna skjalprógva, at forsetin legði hann undir trýst í samband við FBI-kanningarnar av russisku uppíleggingina av forsetavalinum í fjør.

Orðini skulu vera fallin á einum fundi teirra millum 14. februar, dagin eftir at Michael Flynn var koyrdur frá sum trygdarraðgevi – minni enn ein mánað eftir, at Trump hevði tikið við forsetaembætinum.

Mikudagin útnevndi Rod Rosenstein, varaløgmálaráðharri, fyrrverandi FBI-ovastan, Robert Mueller, til at standa á odda fyri kanningunum av russisku royndunum at ávirka forsetavalið. Valið fekk skjótt forsetan til knappaborðið. Á Twitter kallaði hann útnevningina fyri eina ”heksaveiðu”.

- Et virði avgerðina, men hetta er tekn um eina heksaveiðu, og tað er einki samstarv millum meg og starvsfólk míni – men eg kann bert tosa fyri meg sjálvan – og russarnar, segði Donald Trump á tíðindafundinum í gjár.

- Trúgv mær. Har er einki samstarv. Russland er fínt, men um tað er Russland ella onkur annar, so liggja mínar raðfestingar – trúgv mær – í USA, segði Donald Trump.

Forsetin segði annars á tíðindafundinum, at James Comey varð koyrdur úr starvi, tí hann ikki var væl dámdur.