Donald Trump (Mynd: EPA)

Trump tekur USA úr kjarnorkuavtaluni

Sverri Egholm

08.05.2018 - 19:11

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur leingi funnist at kjarnorkuavtaluni við Iran, og í kvøld kunngjørdi hann, at USA tekur seg úr avtaluni.

Tað gjørdi hann á tíðindafundi í Hvítu húsunum sambært tv2.dk.

Samstundis fer USA at seta búskaparlig revsiátøk í verk móti Iran, sigur Donald Trump, sum eisini sigur at tað kann raka onnur lond.

- Tey lond, sum hjálpa Iran í strembanini eftir kjarnorkuvápnum kunnu rokna við høðrum revsiátøkum frá USA, sigur hann.

Sambært amerikanska forsetanum hevur Iran síðani avtalan varð skrivað undir, hildið á fram við sínum arbeiði innan kjarnorku.

- Vit hava í dag prógv um at lyftið frá Iran var ein lygn, sigur Donald Trump.

Kjarnorkuavtalan var undirdskrivað í oktober 2015, tá Barack Obama var forseti. Partarnir í avtaluni eru Iran, fimm limir í ST trygdarráðnum, ES og Týskland.