Mynd: EPA

Trump við jødiskan tíðindamann: Eg hati spurningin hjá tær

Redaktion

17.02.2017 - 08:52

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump bað á einum tíðindafundi í gjár ein jødiskan tíðindamann um at seta seg niður, áðrenn hann hevði spurt seg lidnan. Hareftir kallaði hann hendan tíðindamannin fyri ein lygnara.

Hetta hendi, eftir at tíðindamaðurin Jake Turx frá Ami Magazine, sum er ein netmiðil, ið leggur dent á tað jødiska samfelagið, var farin í holt við at seta forsetanum ein spurning um, hvat amerikanska stjórnin hevur í hyggju at gera fyri at koma bumbuhóttanum ímóti jødiskum savningarstøðum í USA til lívs.

- Tað, sum vit stúra fyri, og sum ikki verður átalað, er ein vaksandi antisemitisma, og hvussu stjórnin tekur sær av henni. 48 bumbuhóttanir hava verið ímóti jødiskum savningarstøðum yvir alt landið hesar farnu vikurnar. Tað eru fólk, sum fremja antisemittisk álop, og sum hótta...

Eftir hetta varð Jake Turx avbrotin av forsetanum.

- Har síggja tit. Hann segði, at hann ætlaði sær at stilla ein einfaldan og lættan spurning. Men hetta er ikki ein einfaldur ella rættvísur spurningur. Set teg niður. Eg skilji spurningin.

- Nú skulu tit hoyra. Fyri tað fyrsta: eg eri tann minst antisemittiski persónurin, tit nakrantíð hava sæð. Fyri tað næsta: tann minst rasistiski persónurin.

- Hann leyg um at stilla ein einfaldan spurning. Vælkomin til fjølmiðlaheimin. Eg hati ákæruna, og eg hati hendan spurningin, segði Donald Trump millum annað.

Donald Trump svaraði ikki uppá spurningin uppá, hvat amerikanska stjórnin hevur í hyggju at gera fyri at koma bumbuhóttanum ímóti jødiskum savningarstøðum í USA til lívs – hetta hóast tíðindamaðurin royndi at undirstrika, at spurningurin var týdningarmikil.