(Mynd: EPA)

Trump viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.12.2017 - 12:06

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump, forseti í USA, hevur kunngjørt, at USA viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at USA fer at flyta amerikansku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem.

Leysasøgur hava verið síðstu tíðina, um at Trump fór at taka hesa avgerðina, og hon hevur loypt øði í nógv fólk. Serliga eru tað leiðararnir í londunum í Miðeystri, sum ikki eru glaðir fyri avgerðina. Teir siga, at avgerðin hjá USA at vísa tílíkan stuðul til Ísrael um Jerusalem, fer at elva til nógvan ófrið.

Fleiri heiløg støð hjá muslimum, jødum og kristnum eru í Jerusalem, og støðan um Jerusalem er ein av størstu forðingunum fyri at finna frið millum Ísrael og Palestina.

Meðan ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu hálovar avgerðini hjá Trump, eru nøkur av sameindu hjá USA, Frakland og Bretland, meiri atfinningarsom, skrivar Reuters.

Amerikanska kongressin viðtók longu í 1955, at amerikanska sendistovan skuldi flytast frá Tel Aviv til Jerusalem, men síðani hava allir amerikanskir forsetar útsett avgerðina hvørt hálva ár.