Donald Trump tosar í stjórnarráðnum um yvirgangsálopið (Mynd: EPA)

Trump vil hava yvirgangsmannin dømdan til deyðis

Ari av Rana

02.11.2017 - 10:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava Sayfullo Saipov dømdan til deyðis.

Vanliga eru forsetar stillir og róligir, tá teir fyrstu ferð tosa um vanlukkur, sum raka amerikanarar. Trump var tó óvanliga harðmæltur, har hann kallaði Sapoiv fyri eitt villdjór, hótti við at blaka hann í amerikanska hernaðarfongsli, Guantanamo Bay á Kuba, lovaði at strika visum burturlutanar skipanina, sum hjálpti Saipov inn í USA, og segði at rættarskipanina var láturlig.

Donald Trump var alt tað, sum hann er kendur fyri. Hann var harður, politiskt skeivur og ein trampandi plága, skrivar CNN.

Seinni tók Trump til Twitter:

- “NYC yvirgangsmaðurin var glaður, tá hann spurdi, um hann kundi fáa eitt ISIS flag upp at hanga í stovuni á sjúkrahúsinum. Hann drap 8 fólk og særdi 12. HANN EIGUR AT FÁA DEYÐAREVSINGINA!”, skrivar Reuters.