Mynd: EPA

Trump ynskir at bjóða Kim Jong-un til USA

Ari av Rana

08.06.2018 - 12:53

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann heilt vist ætlaði at bjóða norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-un til USA. Einasta treytin er, at komandi toppfundurin teirra millum gongur væl.

- Eg vænti at normalisera sambandið, tá alt hetta er yvirstaðið, segði Trump á tíðindafundinum.

Toppfundurin verður 12. juni í Singapore, og nógv órógv hevur verið um fundin. Trump valdi at avlýsa fundin, tí at hann segði at Kim Jong-un vísti ómetaliga øði og fíggindaskap, tá Kim hótti við at avlýsa fundin, tí at USA og Suðurkorea høvdu felags hernaðarliga venjing.

Toppfundurin verður hóast alt, og evnið á fundinum er kjarnorkuavvápnan á koreansku hálvoynni, skrivar TV2.