(Mynd: EPA)

Trump ynskir ikki tilflytarar úr ”lortalondum”



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 07:55

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump skapar aftur yvirskriftir, nú við at kalla lond sum Haiti og lond í Afrika fyri ”lortalond”. Hann brúkti amerikanska heitið ”shitholes”.

Viðmerkingin fall undir einum kjaki í Hvítu Húsunum millum forsetan og umboð fyri republikanarar og demokratar um eina nýskipan á tilflytingarøkinum, skrivar Washington Post.

Í staðin fyri at fáa tilflytarar frá slíkum ”shitholes”, vil forsetin heldur hava fólk úr Noregi og líknandi londum, skal hann hava sagt.

Hetta verður váttað av fleiri persónum, sum vóru til staðar á fundinum, skrivar Washington Post.

Útsøgnirnar hjá forsetanum verða nú fordømd av demokratiskum og nøkrum republikanskum politikarum. Fleiri halda, at útsøgnirnar vóru rasistiskar.

Á fundinum í Hvítu Húsunum spurdi hann luttakararnar, um ein nýskipan skuldi loyva tilflytarum Haiti, og um tað ber til at halda teimum burtur.

Tá hann hoyrdi, at ein nýskipan eisini skuldi umfata fólk úr Haiti, spurdi Trump firtin, hví hann skuldi loyva fólkum frá ”lortalondum” inn í landið.

- Hví ynskja vit fólk úr Haiti higar, spurdi hann.

Tá kjakið nakað seinni kom inn á afrikansk lond, endurtók hann viðmerkingina: Hví skuldi hann ynskt fólk úr ”øllum hesum lortalondum”. Tað fortelja fleiri av fólkunum, sum vóru til staðar á fundinum, skrivar Ritzau.