(Mynd: EPA)

Trump-skemt ella ei: Takkar Putin fyri at senda amerikanarar heim



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.08.2017 - 06:15

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, takkar nú russiska starvsbróðuri sínum, Vladimir Putin, fyri at hava sent 755 amerikanarar, sum vóru í diplomatiskum starvi, heim úr Russlandi.

- Hetta fer at minka um okkara lønarútreiðslur, hetta sparir okkum fyri eina stóra peningaupphædd sigur Donald Trump við AP-tíðindastovuna.

Enn er óvist, um forsetin royndi at vera stuttligur í sínum útsøgnum, ið vórðu bornar fram undir eini trygdarkunning av golfvøllinum hjá Trump í Bedminster, New Jersey.

Nicholas Burns, sum fyrr hevur arbeitt sum høgt settur embætismaður í uttanríkisráðnum, kallar útsøgnirnar hjá forsetanum fyri groteskar.

- Hann átti at vita betur – eisini um hann vildi vera stuttligur, sigur Burns, sum nú er professari á Harvard University, við Reuters.

- Um hann meinti tað í álvara, so er slíkt ongantíð hent fyrr. Ein forseti hevur ongantíð fyrr vart eina avgerð um at vísa okkara sendifólk av landinum, sigur Burns.