(Mynd: EPA)

Trump-synir yvirtaka fyritaksemið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.01.2017 - 17:37

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Teir báðir elstu synirnir hjá Donald Trump, Donald Jr. og Eric, yvirtaka nú tær umleið 500 fyritøkurnar, sum Donald Trump hevur staðið á odda fyri.

Tað gjørdi komandi amerikanski forsetin greitt á tíðindafundinum í dag.

Í november segði hann, at hann fór at lata børn síni yvirtaka leiðsluna av Trump Organization til børn síni, so hann kundu gerast forseti fulla tíð.

Henda tilgongd er nú fallin upp á pláss, og tí kundi Trump leggja fram øll tey skjøl, sum vátta at hann ikki longur stýrir hesum fyritøkum.

Trump Organization æt fyrr Elizabeth Trump & Sons, og varð sett á stovn í 1923 av ommu Donald Trump í faðirætt.

Donald Trump kom inn í fyritøkuna í 1968. Trí ár eftir tók hann yvir virksemið, og broytti navnið til Trump Organization.

Talan er um 500 ymiskar fyritøkur, herundir hotell í fleiri londum, ognir og golfbreytir.