Trupul leiting: Bara ein krabbi kann grugga alt til

Snorri Brend

02.09.2014 - 16:39

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

- Vit leggja til brots hvørja løtu.

Tað sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, sum nú hevur sett sær fyri at taka beinagrindina, ið var funnin við Ljósá, upp.

Fundur hevur verið millum løgregluna og sløkkiliðið í morgun, og var hann liðugur fyri eini løtu síðani.

Nú eru teir so smátt farnir at rigga til dagsins leiting.



GEVAST IKKI
Fyri Jón Klein Olsen og hansara fólk er eingin ivi um dagsins setning:

Tað er at fáa beinagrindina upp á land.

Ein kavari fann sunnudagin ein skølt, sum hann tók upp á land. Og nú skal so restin av beinagrindini fáast sama veg.

- Tað er ógjørligt at siga, um tað eydnast okkum at gera tað í dag, sigur Jón Klein Olsen við Portalin.

- Men vit ætla ikki at gevast, fyrrenn vit eru komin á mál



GRUGGAR
Beinagrindin varð funnin á 20 metrar dýpi og slakar 100 metrar úr landi á einum øki, har kavarar sjáldan eru. Men viðurskiftini á botninum kundu verið betri.

Tað er nevniliga rættiliga nógv av leysum tilfari á botninum, sum eisini upptøkur á staðnum hava víst.

Og hetta kann gera leitingina trupla.

Ella sum Jón Klein Olsen tekur til:

- Har er so mikið ringt sýni, at bara ein krabbi gongur framvið, so gruggast alt økið, sigur hann.

Hóast hesar truplu umstøður fara menn ídnir til verka við at fáa hesa beinagrindina upp á land aftur, so greiða kann fáast á, hvør hesin persónurin er.